Innanlands

Tíggju umsóknir til starvið sum løgmansstjóri

Talan er um sjey menn og tríggjar kvinnur, sambært Kringvarpinum. Marjun Hanusardóttur fer í summar úr starvinum, ið hon hevur verið í, í næstan 25 ár.

2021-06-01 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fáa skjótt ein nýggjan løgmansstjóa fyri fyrstu ferð.

Marjun Hanusardóttur hevur verið í starvinum, síðani tað byrjaði 1. august 1996. Tað er fyri júst 298 mánaðum síðani - næstan 25 árum síðani.

Í summar fer Marjun Hanusardótturur úr starvinum, og ein nýggjur persónur skal setast

Freistin at søkja var úti á midnátt, og Kringvarpið skrivar, at tíggju umsóknir eru til starvið - sjey menn og tríggjar kvinnur.

Tað er ikki greitt, júst nær starvið verður sett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder