Innanlands

Tikin fleiri ferðir fyri at koyra uttan førararætt

Møguleiki er at taka bilin frá viðkomandi, nú hann er tikin fleiri ferðir uttan koyrikort

2025-03-27 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari varð í gjár avdúkaður fyri at koyra í bili í Havn, hóast viðkomandi ikki hevur koyrikort.

Maðurin er frádømdur rættin at koyra bil, men hetta var ikki fyrstu ferð, at løgreglan støðgaði honum at koyra kortini.

Enn er ikki gjørt, hvør revsingin verður, ella um maðurin skal í rættin. Í endurtakandi førum, kann eisini vera talan um at taka bilin frá viðkomandi, men til tað krevst, at tann skuldsetti verður førdur fyri ein dómara, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder