Innanlands

Tikin fyri at koyra 103 km/t

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og eitt ferðsluóhapp var fráboðað norðanfyri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-14 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni, og har var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Viðkomandi koyrdi 103 km/t í óbygdum øki – har mest loyvda ferðin er 80 km/t. Hetta fær hann eina bót og eitt klipp í koyrikortið fyri.

Í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp norðanfyri.

Talan var, sum skilst, um eitt gongufólk, sum varð ákoyrt av einum bili, sigur løgregan.

Sjúkrabilur varð sendur eftir viðkomandi, sum skilst ikki hevði fingið nakran nevniverdan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder