Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Ein bilførari í Havn varð í gjár tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-22 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta døgnið hevur verið stak friðarligt, upplýsir løgreglan. Á middegi í gjár varð ein bilførari í Havn tó tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Blóðroynd er tikin av honum, og verður nú bíðað eftir úrslitinum.

Førarin hevði heldur einki koyrikort, so hann verður eisini skuldsettur fyri at koyra uttan loyvi, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder