Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Ein bilførari í Gøtu varð í gjár tikin fyri rúsdrekkakoyring, men illgruni er um, at hann eisini var ávirkaður av rúsevnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-18 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár varð tjaldingarøkið tømt í Gøtu, har G! Festivalur hevur verið um vikuskiftið, og í hesum sambandi kannaði løgreglan eisini ferðsluna í økinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður í Gøtu.

Viðkomandi varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, men illgruni er eisini um, at hann var ávirkaður av rúsevnum, og er blóðroynd tikin av honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder