2023-12-17 11:03
Seinasta náttin hevur verið rættiliga friðarlig, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum bæði í Suðuroynni, Eysturoynni og í høvuðsstaðnum. Nógv fólk vóru í býnum, men har var einki mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Í nátt varð ein bilførari í Eysturoynni tó tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald