2020-01-12 09:52
Í nátt hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.
Einasta málið, sum varð skrásett var í Leirvík, har ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
- Bilurin varð steðgaður um klokkan fimm í morgun, og tá førarin blásti í alkometrið, vísti tað nógv meira enn tað loyvda, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vaktleiðarin leggur afturat, at hóast nógvur vindur hevur verið í nátt, hevur løgreglan higartil ongar fráboðanir fingið um stormskaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald