Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Eitt ferðsluóhapp í Klaksvík leygarkvøldið verður kannað sum rúsdrekkakoyring, og sunnumorgunin varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-25 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Klaksvík, har ein bilførari rendi á ein garð nærindis brannstøðina og endaði niðri á einum parkeringsøki við Christianskirkjuna.

Bilurin fekk nakað av skaða, og førarin gramdi seg eisini um pínu í rygginum, og varð hann koyrdur á sjúkrahúsið.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini verður óhappið kannað sum rúsdrekkakoyring.

Og sunnumorgunin var ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Tað var beint eftir klokkan fýra, at løgreglan sá ein bil, sum koyrdi óstøðugt, og varð førarin tí biðin um at blása í alkometrið.

Blóðroynd er tikin av føraranum, og verður nú bíðað eftir úrslitinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder