Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring á Oyggjarvegnum

Ein bilførari varð tikin tíðliga í morgun, løgreglan hevur fingið eina fráboðan um stormskaða í Havn, og ein bilførari kann vænta sær bót fyri at steðga í Eysturoyartunnlinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-14 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan seks í morgun varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring á Oyggjarvegnum.

Viðkomandi hevði koyrt út av vegnum, men eingin størri skaði stóðst tó av hesum, verður upplýst av politistøðini.

Blóðroynd er nú tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Nógvur vindur hevur verið í gjárkvøldi og í nátt, og í hesum sambandi fekk løgreglan eina fráboðan um stormskaða.

Talan var um eina klædningsplátu, sum varð loysnað av einum bygningi á Vestaru bryggju í Havn. Higartil er tað einasta fráboðanin, sum løgreglan hevur fingið av hesum slagnum.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at eitt neyðskáp var latið upp í Eysturoyartunnlinum.

Tað vísti seg at vera nakrar ungdómar sum stóðu aftanfyri. Teir vóru ávegis til Havnar at halda føstulávint.

Í Eysturoyartunnlinum er hvørki loyvt at steðga ella at fara úr bilinum, so tí kann bilførarin vænta sær eina bót fyri hetta, sigur vaktleiðarin á politistøðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder