Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring á Oyrabakka

Hesin bilførarin hevði heldur ikki eitt galdandi koyrikort, og nú verður bíðað eftir blóðroyndini

2022-08-17 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umleið klokkan 17.30 í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður á Oyrabakka. Viðkomandi skuldi blása, og her vísti tað á eina promillu.

Ein blóðroynd er nú tikin, og úrslitini av henni avger um talan skal vera um treytaða frádøming ella treytaleysta frádøming av koyrikortinum. Um blóðroyndin tó vísir eina heilt lága - ella onga promillu - kann persónurin sleppa undan slíkum dómi.

Persónurin, ið varð steðgaður, hevur tó sum so ikki nakað koyrikort. Tað vísti seg, at bilførarin ikki hevði nakað koyrikort, ið var galdandi. Harvið bíðar helst í minsta lagi eitt slag av bót og/ella øðrum dómi.

Long skøva á viðviðfestivogn

Vaktleiðarin upplýsti eisini, at eitt herverk varð fráboðað í Suðuroynni í seinnapartin í gjár.

Onkur hevði gjørt eina langa skøvu - á áleið tveir metrar -  á síðuna á viðfestivognin hjá viðkomandi, ið hevði boðað frá. Vognurin stóð á stykkinum hjá eigaranum. Enn er eingin ávísur persónur undir illgruna fyri herverkið.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder