Innanlands

Tikin fyri rúsevniskoyring

Hetta kann fáa rímiliga álvarsamar avleiðingar fyri bilføraran. Løgreglan hevur eisini mál um ferð millum Fjarða, yvirháling í Leirvíkstunlinum, vantandi koyrikort og pútur til børn

Eitt ferðsluátak varð gjørt í Norðurøkinum í gjár, og har varnaðist løgreglan ymiskt ólógligt (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt ferðsluátak varð gjørt í Norðurøkinum í gjár, og har varnaðist løgreglan ymiskt ólógligt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan boðar frá fleiri ferðslumálum seinasta samdøgrið. Serliga vóru nógv í Norðurøkinum, har eitt ferðsluátak varð gjørt í gjárkvøldið og í nátt.

Tveir bilførarar, ið vórðu støðgaðir, høvdu ikki koyrikort við sær. Hetta kostar eina bót. 

Útfrá ferðslumáting Millum Fjarða koyrdi tann eini bilførarin 105 km/t. Her er eisini talan um eina bót, umframt klipp. Ein ólóglig yvirháling varð eisini fráboðað í Leirvíkstunnlinum. Her er talan um líknandi revsing.

Tað er rímiliga vanligt, at løgreglan tekur bilførarar fyri rúsdrekkakoyring, men vit hoyra ikki so ofta um, at onkur bilførari er ávirkaður av rúsevnum/stekum heilivági. Hetta hendi í gjár. Viðkomandi varð handtikin og skuldsettir fyri rúsevniskoyring. Bilførarin stendur til at missa førararættin og harvið verða noyddir at taka koyrikortið av nýggjum. Umframt hetta skal ein stór bót rindast.

Eitt mál var fyrr um dagin. Talan var um ein bilførara, sum hevði smábørn á baksetrinum, ið sótu uttan bilpútir. Tey skulu vera yvir 135 cm fyri at sleppa tað. Hetta kostar klipp og bót - bilurin hevði eisini ógvuliga slitin dekk, upplýsir vaktleiðarin fyri Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder