Innanlands

Tikin uttan koyrikort fyri aðru ferð í ein mánað

Dýr søga hjá bilførara í Havn í gjárkvøldið. Hvørjaferð ein verður tikin fyri at koyra uttan koyrikort veksur bótin. At enda bíðar fongsul

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-04 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist ein dýr søga hjá bilførara í Havnini í gjárkvøldið. Hann varð fyri aðru ferð í ein mánað, tikin fyri at koyra uttan koyrikort.

Kostnaðurin er nærum tann sami, sum at fáa sær koyrikort, tí fyrru ferð var bótin 5000 krónur, og hesaferð fekk hann 6000 krónur í bót. Fer hann út aftur at koyra, og verður tikin einaferð afturat, fær hann 7500 krónur í bót. Fjórðu ferð er tað 10.000 krónur bót og fimtu ferð sjey dagar fongsul.

Løgreglan tók í gjár eisini tveir sprittbilistar í Havnini. Tað var um 21 tíðina og 23 tíðina, at tveir persónar vóru tiknir, og tá blást var í alkometrið, vísti tað meira, enn loyvt er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder