Uttanlands

Tikin við 8,6 kilo av hassji í Hirtshals

Í dag byrjar eitt rættarmál í Hjørring móti einum manni, sum er ákærdur fyri at royna at smugla hassj til Føroyar

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2023-10-23 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjar eitt rættarmál í býarrættinum í Hjørring í Danmark móti einum manni, sum er ákærdur fyri at royna at smugla hassj til Føroyar við Norrønu.

Maðurin, sum er 27 ára gamal, varð tikin við 8,6 kilo av hassji við ferjuleguna í Hirtshals 9. juli í fjør.

Sambært TV2 Nord er hetta aðru ferð innan stutta tíð, at rætturin í Hjørring viðger eitt mál um roynd at smugla rúsevnir til Føroyar.

Í einum øðrum máli herfyri fekk ein yngri maður nevniliga fleiri ára fongsulsrevsing fyri at royna at smugla umleið fimm kilo av hassji og sjey kilo av amfetamini til Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder