Innanlands

Tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Tveir bilførarar – ein í Havn og ein á Skálafjørðinum – eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-30 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Ein førari var tikin í Havn, og ein annar varð tikin inni á Skálafjørðinum.

Sambært løgregluni vórðu báðir tiknir um fýra-tíðina í nátt, og báðir eru millum 25 og 30 ára aldur.

Av politistøðini verður lagt afturat, at seinasta náttin annars hevur verið stak friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder