2022-08-04 09:01

Á middegi í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar á Skálafjørðinum, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað.
Løgreglan upplýsir, at fimm bilførarar koyrdu millum 70 og 78 km/t í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50.
Allir førararnir fáa eina bót, og tann eini fær eisini eitt klipp í koyrikortið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald