Innanlands

Tiknir fyri at koyra uttan koyrikort

Ein bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra í frádømingartíðini – Tveir prutlførarar fingu eisini bót fyri at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-07 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra uttan koyrikort. Ein varð tikin í Klaksvík, og ein í Havn.

Báðir høvdu aldur at koyra bil, men tann fyrri hevði ongantíð tikið koyrikort, og tann seinni hevði mist tað. Sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini. Umframt hetta, var hann eisini ávirkaður av rúsdrekka, og verður hann tí eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Í nátt fingu tveir prutlførarar eisini bót fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin.

– Tað er nakað, sum vit eisini upplivdu í Eysturoyartunlinum, tá hann akkurát var latin upp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum minnir á, at tað ikki er loyvt at ganga, súkkla ella koyra prutl gjøgnum hesar tunlar.

Lagt verður afturat, at tað annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Tó fingu tríggir persónar í høvuðsstaðnum bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder