Innanlands

Tiknir fyri at koyra við kenning

Tríggir bilførarar eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í nátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-09 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan aftur verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.

Tveir bilførarar vórðu tiknir í miðstaðarøkinum, meðan hin triði varð tikin í norðurøkinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Hann leggur afturat, at løgreglan annars hevur havt eina friðarliga nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder