Uttanlands

Til Grønlands at biðja um umbering

Á hátíðarhaldi í Nuuk 15. mars fer danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen at biðja Grønland um umbering fyri tey 22 børnini, sum vórðu send til Danmarkar í 1951

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon sær fram til persónliga at kunna biðja um umbering (Savnsmynd)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon sær fram til persónliga at kunna biðja um umbering (Savnsmynd)

2022-03-06 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 14. til 17. mars vitjar danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen í Grønlandi.

Vitjað verður í høvuðsstaðnum Nuuk og í Ilulissat í Norðurgrønlandi. Týsdagin 15. mars verður eisini skipað fyri almennum hátíðarhaldi, har Mette Frederiksen fer at biðja Grønland um umbering fyri, at 22 grønlendsk børn vórðu send til Danmarkar í 1951. Hetta verður í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq.

Da der i december 2020 kom en historisk udredning af, hvordan børnene blev taget til Danmark og blev del af et eksperiment, gav statsminister Mette Frederiksen i første omgang en officiel undskyldning, skrivar danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

22 grønlendsk børn, sum vóru millum fýra og níggju ára gomul, vórðu í 1951 send til Danmarkar fyri at læra danskt. Endamálið var at skapa eina sonevnda danskttalandi elitu, sum skuldi gagna menningina í Grønlandi.

Børnini vórðu síðani send á barnaheim í Nuuk, har tey fingu forboð ímóti at tosa teirra móðurmál. Upprunaliga skuldi talan vera um foreldraleys børn, men bert ein lítil minniluti av børnunum, sum at enda vórðu koyrd til Danmarkar, vóru foreldraleys.

Uml. helvtin av børnunum endaðu í misnýtslu og við sálarligum trupulleikum.

Danski forsætisráðharrin gav í desember 2020 eina skrivliga umbering, og fegnast hon nú um persónliga at kunna biðja um umbering, skrivar Ritzau.

– Søga teirra og vanlukkuligu avleiðingarnar av royndini, ey gjørdust partur av, hevur rørt meg djúpt. Tí síggi eg fram til endiliga at kunna biðja um umbering vegna Danmark, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder