2019-09-13 06:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein bilførari var í nátt fluttur á sjúkrahús til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í Streymnesi.
Men sambært løgregluni er onki, sum bendir á, at maðurin hevur fingið nakran skaða av týdningi.
Talan var um eitt soloóhapp, sum hendi á landsvegnum við Streymnes beint eftir midnátt, tá bilur av ókendum orsøkum koyrdi út av vegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald