Eitt japanskt rúmdarfar er í øllum góðum sent út í rúmdina á eina ferð til gongustjørnuna mars at kanna marsmánan, kallaður Phobos. Rúmdarfarið skal royna at taka dust av mánanum við aftur til jørðina.
Tað skrivar BBC.
Um tað eydnast, so er tað fyrstu ferð, at møguleiki verður at kanna tilfar tikið av mars ella einum av tess mánum, skrivar bretski miðilin.
Tað tekur tó drúgva tíð áðrenn tilfarið kann kannast. Roknað verður við, at rúmdarfarið er komið fram til Phobos í august næsta ár. Men tað er ikki fyrr enn í 2031, at roknað verður við, at eitt hylki við tilfarinum vendir aftur í Woomera oyðimørkini í Suðuravstralia.
Rúmdarferðin er løgd til rættis av japanska rúmdarstovninum JAXA. Endamálið við kanningarferðini er at finna útav, hvussu mánarnir á mars, Phobos og Deimos, eru vorðnir til.
Hetta eru smáir mánar. Phobos er mettur at ver 20 kilometrar í tvørmáli og Deimos umleið 10 kilometrar. Teir eru ikki heilt rundir, men meira álíknaðir rúmdareplum, skrivar BBC.
![]()
Marsmánin Phobos (Mynd: Nasa)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald