Mentan

Til minnis um Birgar Johannesen

-

2020-11-22 07:00 Author image
Minningarorð / Framsókn
placeholder

Hósdagin bórust tíðindini um at Birgar Johannesen er farin, 74 ára gamal. Vit vistu, at hann var sjúkur, men væntaðu alla tíðina, at hesum fór hann at vinna á, tí Birgar var ein kempari. Soleiðis skuldi ikki verða, og vit senda troystandi tankar til tey, ið sita eftir hann.

Birgar var framsóknarmaður, frá tí at flokkurin kom í eygað, fyri sløkum 10 árum síðani, til nú hann legði árarnar inn. Birgar stillaði fyrstu ferð upp til kommunuval í 2016 og so aftur til júst farna kommunuval, men hann gjørdist sjúkur, júst sum valstríðið skuldi byrja.

Hann sá politiska pallin í Framsókn sum ein møguleika, har hann kundi gera nakað gott fyri Havnina, tí sum øll vita, elskaði Birgar Havnina.

Birgar var lonadrongur og vaks upp í grannalagnum við Revagarðin. Seinni giftist hann síni Elsu, og tey fingu trý børn, Bjørg, Teitur og Marin. Elsa doyði eftir sjúkralegu í 2014, og tað tók Birgari sera meint.

Birgar var virkin á so mongum økjum, men næstan altíð við Havnini sum útgangstøði. Hann var tónleikari, B36ari, Liverpool fjeppari og íðin savnari av øllum, sum hevði tilknýti til Havnina. Við tíðini gjørdust lutirnir so mikið nógvir, bæði í tali og vavi, at Birgar gjørdi sítt egna býarsavn. Býarsavnið læt hann Tórshavnar kommunu, sum nú leitar eftir hóskandi hølum.

Áhugin fyri fólki í Havn førdi eisini til, at hann gav út bókaverk um Havnina og fólkið, ið myndaðu gerandisdagin. Tað merkisverda við hesum bókum er, at á úti við 1.000 myndum eru um 8.000 fólk, ið annars ikki høvdu komið í nakra bók. Birgar læt úr hondum bókaverkini Tórshavn, Havnamyndir, Havnin - fólk og yrki. Fyri seinna verkið, Tórshavn – fólk og yrki, fekk Birgar Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2009.

Tað var hendan brennandi passjónin, ið lá aftanfyri hugsjónirnar um Havnina. Birgar visti sjálvandi, at havnafólk koma úr øllum landinum, og tí sá hann fyri sær, at Havnin skuldi og átti at vera rúmlig, innbjóðandi og bera dám av hesum sama fólksliga margfeldi. Uttan sál er eingin Havn, plagdi hann at siga, og tað var júst hesa sálina, ið Birgar so meistarliga hevur skjalfest.

Vit fara at sakna Birgar, men hann hevur handað havnafólki, ja, øllum føroyingum, eina stafett, ið vit fara at gera alt, vit megna, fyri at bera víðari.

Birgar er farin. Eftir standa familjan, vit øll, ið kendu hann og Havnin.

Hvíl í friði góði Birgar

Vegna Framsókn
Ruth Vang, forkvinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder