Michael var føddur á pálsmessu 25. januar 1937. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1962. Hansara starvstíð kom í mestan mun at vera í Skúlanum við Ósánna, sum tá var sjálvstøðugur skúli.
Hann var deildarleiðari 1976-80 og varaskúlastjóri 1980-97, tá hann fór úr starvi. Skúlaárið 1986-87 var Michael settur skúlastjóri. Michael nam sær eisini kunnleika á Danmarks Lærerhøjskole, Dansk Sløjdlærerskole, Náttúrugripasavninum og Fróðskaparsetrinum.
Fyri tað mesta undirvísti Michael í føroyskum í framhaldsdeildini. Tað lá frammarlaga hjá honum at kunna sínar næmingar við føroyskan skaldskap, bæði á bundnum og óbundnum máli, eins og hann setti eina æru í at kunna sínar næmingar um føroyska mentan og fólkalív. Tað lá honum eisini á hjarta, at skúlin hevði gott frálærutilfar í øllum lærugreinum.
Hann var góður við sínar næmingar, og mangar útferðir kunnu teir minnast afturá, tí náttúran við sínum margfeldi hevði hansara stóra áhuga.
Felagslív gekk hann høgt uppí, og brúkti hann eitt nú síni evni í skótaliði Nólsoyar Pálls, Klaksvíkar Talvfelag og í Lionsrørsluni. Javnaðarmaður var Michael við lív og sál, og sat hann í býráðnum eitt skifti fyri javnaðarflokkin.
Sum starvsfelagi var Michael hollur í ráðum, tí hann hevði sera gott minni. Hann var lættur av lyndi, gávumildur og skemtingarsamur. Ikki so fáir sangir eru yrktir um og til starvsfelagarnar til ymisk høvi.
Í hansara starvstíð var ofta læraramangul. Tessvegna komu tí javnan lærarar aðrastaðni frá, bæði úr Føroyum og úr Danmark. Tá fall tað Michael natúrligt at taka sær av teimum, vísa teimum runt og enntá hýsa teimum. Honum dámdi at samskifta við fólk, og gekk hann høgt upp í familjuviðurskifti, bæði síni egnu og teirra, hann møtti á síni leið. Michael var giftur Torgerð og áttu tey 3 synir.
Vit minnast Jógvan Michael Matras við takksemi.
Lions Club Eysturoy/Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald