Uttanlands

Til reiðar at styrkja hernaðarliga virksemið

Tað sigur russiskur vararáðharri, nú Finnland stendur til at gerast limur í Nato í morgin

Russiski varauttanríkismálaráðharrin, Aleksandr Grusjko (Mynd: Reuters)

Russiski varauttanríkismálaráðharrin, Aleksandr Grusjko (Mynd: Reuters)

2023-04-03 15:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland er til reiðar at styrkja hernaðarliga virksemið við finska markið, nú boðað verður frá, at Finnland verður innlimað í Nato týsdagin.

Tað sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin, Aleksandr Grusjko.

Um herdeildir og resursur hjá øðrum Nato-limum verða sett inn í Finnland, eru vit til reiðar at taka fleiri stig fyri at tryggja hernaðarligu trygdina hjá Russlandi, sigur hann sambært Reuters.

Markið millum Finnland og Russland er 1.300 kilometrar langt.

Tað var á tíðindafundi í dag, at Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato, boðaði frá, at Finnland týsdagin gerst 31. limalandið í Nato. Finnland søkti saman við Svøríki um limaskap á vári í fjør.

Les eisini: Finnland verður Nato-limur í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder