Innanlands

Til reiðar at taka móti kjarnorkuriknum kavbátum

Føroyar hava nú fingið tól, ið neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og landi

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður og Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður og Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

2024-04-23 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar hava nú fingið eina kjarnorkutilbúgving, soleiðis, at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum. Løgmálaráðið skrivar í dag, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hesa seinastu tíðina hevur lagt stóra orku at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi, og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir.

Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.

- Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við tilbúgvingarmálum.

- Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur – sokallaðar “probur” – og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder