Bresturin, sum hoyrdist nærhendist Nordhavn tokstøðini í Keypmannahavn klokkan 22.15 í gjárkvøldið var eitt álop á skattavaldið.
Tað segði Jørgen Bergen Skov, ovasti fyri løgregluna í Keypmannahavn, á einum tíðindafundi í morgun.
Tvey reingerðarfólk vóru stødd inni bygninginum hjá Skattestyrelsen, tá tað bresti, men hvørgin teirra kom fekk skaða.
- Ein persónur varð raktur av einum petti, sum fleyg gjøgnum luftina uttanfyri. Viðkomandi varð viðgjørdur á skaðastovu, segði politiovastin, sum á tíðindafundinum eisini váttaði, at bresturin ikki var eitt óhapp, men eitt tilætlað álop.
- Vit vita nú fyri vissu, at talan ikki var eitt óhapp, menn eitt álop, og álopið var fyrst av øllum vent móti skattavaldinum, og ikki ætlað at raka fólk, segði Skov politiovasti.
Inngongdin til skrivstovubygningin er oyðiløgd og stórur partur av framsíðuni hevur fingið skaða.
Løgreglan hevur tosað við fleiri vitni, og sigur seg hava onkur spor at ganga eftir í uppkláringararbeiðinum.
Mette Frederiksen (Mynd: EPA)
Álvarsligt brotsverk
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kallar hendingina fyri eitt álvarsligt brotsverk og eina tilætlaða gerð. Tíbetur fekk ongin skaða, leggur hon afturat.
- Tey, sum gjørdu hetta, kundu givið nógvum mein. Tað var eitt heitt summarkvøld, og nógv fólk vóru í økinum, segði segði hon á tíðindafundinum.
Trygdarumstøðurnar kring skattamyndugleikarnar eru nú herdar.
Starvsfólkini hjá Skattestyrelsen arbeiða fyribils heimanífrá, sigur Morgen Bødskov, skattamálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald