Uttanlands

Tilboðið við sálarviðgera í skúlanum nógv brúkt

Hetta er triðja skúlaárið á rað, at næmingar í Runavíkar kommunuskúla kunnu koma til sálarviðgeran Gunnley í Garðamørk í skúlatíð. Tørvurin er stórur, og talan er ofta um álvarsligar trupulleikar

Tað er vanliga flokslærari hjá næminginum, ið vendir sær til Gunnleyg við einum næmingi, ið lærarin metir seg ikki megna hjálpa nóg væl. Foeldur ella næmingurin sjálvur kann eisini koma til sálarviðgerðan, ið hevði nógv til fasta viðtalu síðsta skúlaár (Mynd: skulabladidi.fo)

Tað er vanliga flokslærari hjá næminginum, ið vendir sær til Gunnleyg við einum næmingi, ið lærarin metir seg ikki megna hjálpa nóg væl. Foeldur ella næmingurin sjálvur kann eisini koma til sálarviðgerðan, ið hevði nógv til fasta viðtalu síðsta skúlaár (Mynd: skulabladidi.fo)

2023-11-07 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- At byrja við var hetta nýtt og fremmant, og starvsfólk í skúlanum vóru varin við at vísa næmingar til terapeutiska viðtalu, og næmingar vóru eisini varnir. Nú er nógv broytt, opinleikin um viðgerðirnar er nógv broyttur ímillum næmingarnar, og eg fái nógvar áheitanir. Beint fyri summarsteðgin hevði eg 22 næmingar, sum vóru regluliga til viðtalu. Harumframt vóru einir átta næmingar, hvørs viðtalutilgongd var liðug, sigur Gunnleyg í Garðamørk.

Triðja skúlaárið á rað kunnu næmingar í Runavíkar kommunuskúla, sum stríðast sálarliga, koma til sálarviðgera í skúlanum og skúlatíðini. Gunnleyg í Garðamørk, sum er útbúgvin psykoterapeutur, arbeiðir sum sálarviðgeri 18 tímar um vikuna í skúlanum greiðir Skúlablaðnum frá, hvussu tilgongdin hevur verið.

Tað er vanliga flokslærari hjá næminginum, ið vendir sær til Gunnleyg við einum næmingi, ið lærarin metir seg ikki megna hjálpa nóg væl. Í slíkum førum verður støða tikin um, hvørt viðtaluviðgerð skal byrja ella ikki. Eisini foreldur venda sær til Gunnleyg í Garðamørk viðvíkjandi sínum barni, eins og fleiri næmingar sjálvir venda sær til hennara beinleiðis.

Tilboðið við sálarviðgera hevur verið til allar næmingar frá fjórða flokki, men av tí at tørvurin er so stórur, er tilboðið nú avmarkað til næmingar frá sjeynda flokki. Farna skúlaár vóru umleið 30 næmingar í viðtalu hjá Gunnleyg í Garðamørk, harav nógv teir flestu næmingar vóru úr elstu flokkunum, skrivar Skúlablaðið.

- Vanliga hava lærarar roynt alt tað, teir kunnu, at hjálpa næminginum við tí, hann stríðist við, uttan at tað hevur borið á mál. Er tað talan um mistrivnað, roynir lærarin at hjálpa honum at megna ein skúladag við at tillaga ymiskt. Tá ið lærarin kemur til niðurstøðuna, at hann ikki megnar at hjálpa næminginum meiri, vendir hann sær til mín. Heilsufrøðingurin í skúlanum hevur eitt tætt samband við næmingarnar, og ígjøgnum okkara samstarv sendir heilsufrøðingurin eisini næmingar til mín. Okkara samstarv ger eisini, at vit kunnu tosa saman um ymiskar støður.

Sera álvarsligir trupulleikar

Trupulleikarnir, sum næmingarnir hava, kunnu vera avleiðingar av kynsligari misnýtslu, sálarkvøl av harðskapi í heiminum, hjúnaskilnaði hjá foreldrunum, rúsdrekkamisnýtslu hjá foreldrum, deyða og sorg, happing, útihýsing, mistrivnaði sum heild, etingarólag, sjálvskaðan og sjálvmorðstankar.

- Onkur teirra hevur eina diagnosu og stríðist við at megna skúladagin orsakað av diagnosuni, men allarflestu næmingar eru næmingar uttan diagnosu, sum stríðast við at megna skúlan og gerandisdagin. Næmingar, sum ganga við sjálvmorðstankum, kunnu seta seg í samband við meg alt samdøgrið. Orsøkin til at næmingurin ringir til mín og kanska ikki onkran annan, er at vit hava fingið eina góða relatión ígjøgnum eina tíð, har hann kennir seg tryggan.

Angist, einsemi og ótti fyri einsemi og at vera uttanfyri eru eisini trupulleikar, sum nógvir næmingar stríðast við.

- Av tí at øll kunnu fylgja við øllum á sosialu miðlunum, kenna tey, ið ikki eru partur av tí sum tey síggja, seg uppaftur meiri einsamøll, keddari og uttan fyri felagsskapin, og hetta er við til at minka um lívsgleðina hjá fleiri, sigur Gunnleyg í Garðamørk.

Kelda: Skúlablaðið - hetta er brot úr størri grein, sum stendur í Skúlablað nr 5, 2023. Skúlablaðið hevur eisini tosað við Jónleif Johannesen, varaskúlastjóra í Runavíkar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder