Innanlands

Tilbúgving við oljudálking á sjónum skal styrkjast

Vørn skal taka sær av uppgávuni at fyribyrgja og avmarka, tá dálking kemur fyri. Ein hálv millión verður eftir ætlan sett av til at umsita økið

2024-10-02 17:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tilbúgvingin við olju- og kemikaliudálking á sjónum verður uppraðfest. Tilbúgvingin skal tryggja, at olju- og kemikaliudálking á sjónum verður fyribyrgd, og at mannagongdir og útgerð kunnu avmarka skaðan, tá dálking hendir.

Vørn fer at taka sær av uppgávuni framyvir, og serstøk játtan á 500.000 krónur verður eftir ætlan sett av til umsiting av økinum. Vørn er ein operationellur stovnur, sum hevur stóran part av sínum dagliga virksemi á havinum og innan tilbúgving.  

- At ábyrgdin av oljutilbúgvingini nú verður flutt til Vørn er tískil ein fyrimunur fyri allar partar og ikki minst umhvørvið.

Vørn er farið undir at dagføra og styrkja landstilbúgvingina til olju- og kemikaliu­dálking á føroyskum havøki og at skipa hóskandi mannagongdir.

Umhvørvismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder