Innanlands

Tilflytarar á slupptúr við Westward Ho gjáramorgunin

Tilflytarar á slupptúr við Westward Ho gjáramorgunin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-09-23 10:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gjáramorgunin klokkan níggju stevndi sluppin Westward Ho av Havnini og út eftir fjørðinum. Umborð vóru 25 tilflytarar, sum læra føroyskt sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.

Endamálið við túrinum er at læra um føroyska mentan og samfelag, um siðsøgu og nútíðina, sum er týðandi partur av undirvísingini. Men eisini at skapa hugna og trivna og vera saman í góðum anda og felagsskapi.

Talan er um tríggjar flokkar, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3. Flokkarnir byrjaðu á Kvøldskúlanum tann 5. september. Átta av næmingunum eru komnir til Føroya úr Ukraina.

Við umborð vóru eisini tríggir undirvísarar frá Kvøldskúlanum og ein lestrarvegleiðari. Skipari er Egil Simonsen.

Westward Ho skuldi koma aftur á Havnina beint eftir døgurða í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder