Innanlands

Tilhaldið í Kollafirði 35 ár

Hetta var hátíðarhildið týsdagin. Tilhaldið er tað elsta í Tórshavnar kommunu

2023-11-16 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin vóru júst 35 ár liðin, síðani Tilhaldið í Kollafirði lat upp. Í hesum sambandi var eitt hátíðarhald.

- Nógv fólk vóru komin í føðingardag, og lagið var gott. Góður harmonikutónleikur var á skránni, og fleiri tóku eisini orðið, skrivar torshavn.fo.

Tilhaldið í Kollafirði lat upp 14.november 1988. Tilhaldið er tað elsta í Tórshavnar kommunu.

Nógv tiltøk eru á skránni hjá Tilhaldinum gjøgnum ár og dag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, rósti leiðaranum og starvsfólkunum fyri nógvu tiltøkini, ið tey skipa fyri.

Tórshavnar kommuna skrivar, at borgarstjórin í røðu sínari eisini vísti á, at nú stovnurin fyllir runt eigur kanska at verða hugsað um at seta út í kortið fyri komandi árini.


Nógv fólk komin saman til hátíðarhaldið (Mynd: torshavn.fo)

Tað er langt síðani, at kommunan setti pening av til at keypa eitt grundøki til at gera nýggjan felags eldradepil í Kollafirði.

- Málið um staðsetingina kom fyri á stóra borgarafundinum í Kollafirði í summar. Her stóðst stórt kjak um staðsetingina sum endaði við, at fundurin einmælt mælti til at leggja eldradepilin á Todnesi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at málið nú liggur hjá Búnaðarstovuni, men vísti á, at kommunan arbeiðir fyri at fáa eina skjóta loysn.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder