2021-01-15 22:39

Tilhaldið í Tórsgøtu letur upp aftur mánadagin, 18. januar, boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Ætlanin var at lata upp aftur mánadagin í síðstu viku, 11. januar, men høvuðsstaðarkommunan segði at smittutrýstið var ov høgt til at lata uppaftur.
Nú verður tað mett ráðiligt at lata upp aftur.
Øll liðini, sum fólk eru teknað til, halda fram sum áðrenn jólafrítíðina. Øll tilmæli um frástøðu og at spritta hendur verða hildin, tá vit lata upp aftur, sigur Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald