Tórshavnar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ferðaætlanin, sum kom í gildi 1. apríl 2019, er nú eftirmett.
Kommunan hevur heitt á biðið borgarar um at koma við viðmerkingum og hugskotum, sum kundi betra um ferðaætlanina.
Tillagaða ferðaætlanin verður sett í verk mánadagin 22. juli. Her er eitt yvirlit yvir, hvørjar broytingar verða á ymsu leiðunum:
Leið 1
Broytingin á leið 1 er í Hoyvík. Koyrt verður niðan eftir Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt, Atlagøtu og Løgmannabreyt, Klingruna og Vegin Langa og víðari eftir somu ferðaætlan.
Leið 2
Broytingin á leið 2 er á Hálsi. Koyrt verður oman eftir R. C. Effersøes gøtu, Gundadalsvegnum, Áargeil, Norðara Ringvegi aftur á Háls og aftur víðari eftir verandi ferðaætlan. Hesar broytingar á leið 2 gera, at sjálv farleiðin er longd. Tí fer nú aftur at bera til at skifta millum leið 1 og leið 2 í Steinatúni bæði á norðursíðuni og suðursíðuni.
Leið 3
Broytingin á leið 3 er hendan: Tá ið bussurin kemur frá Hvítanesi, koyrir leið 3 eftir Vegnum Langa, niðan Millum Gilja, aftur eftir Vegnum Langa, Berjabrekku, á Háls og víðari eftir verandi ferðaætlan.
Leið 4
Broytingar á leið 4 er hendan: Túrurin byrjar á Glasir, eftir Grønlandsvegnum, Steinatúni, á Háls, Berjabrekku, Undir Brúnni, Varðagøtu, Dalavegnum og endar á Glasir.
Leið 5
Leið 5 koyrir eftir somu ferðaætlan
Leið 6
Broytingin á leið 6 er tá ið bussurin kemur úr Kaldbak, endar túrurin við Trapputrøðna/SMS heldur enn við Svimjihøllina.
(So leingi arbeitt verður á Landavegnum, koyra leið 5 og 6 ávikavist eftir Grønlandsvegnum og Dalavegnum og víðari eftir ferðaætlanini)
Nakrar rættingar eru eisini í minuttølunum á teimum flestu leiðunum.
Í seinastu viku í august mánað fara fólk frá kommununi at seta talvurnar upp við busssteðgistøðini kring alla kommununa.
Innanlands
Tillagingar í bussleiðini í Tórshavnar Kommunu
Nakrar broytingar verða á øllum leiðunum, undantikið leið 5, frá mándegnum 22. juli
(Mynd: Tórshavnar Kommuna)
2019-07-17 11:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald