
Ein arbeiðsbólkur hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi, við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, og landstýrismaðurin í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum hevur fingið handað hetta tilmæli, skrivar ummr.fo.
Í arbeiðsbólkinum eru forkvinnan Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, skrivarin Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag, Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám, og Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.
Arbeiðsbólkurin handar landstýrismanninum tilmæli, ið leggur upp til fleiri broytingar í mállærugreinum í fólkaskúlanum og á Miðnámi
Í tilmælinum verður millum annað mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna, og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum.
Eisini verður mælt til, at námsætlanir í donskum og fremmandamálum verða tillagaðar við meira denti á málið sum miðil og samskiftisamboð, føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega, og námsráðgevar skulu setast. Harumframt verður mælt til at granskingarstørv í fremmandamálum verða skipað á Fróðskaparsetrinum.
- Tilmælini byggja á áður gjørd tilmæli og fevna um høvuðsøkini: Tíma- og lærugreinabýti, námsætlanir, undirvísingartilfar, læraraførleikar, gransking og útbúgving.
Hvat fer at koma burturúr hesum tilmælinum ítøkiliga er ikki greitt enn, men fremmandamál hevur í eina tíð verið á breddanum í undirvísingarskipanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald