Innanlands

Tilmeldingin til Sangfagnaðin letur upp klokkan 18 í kvøld

Í fjør var fullteknað, áðrenn ein og ein hálvur tími var farin. Sangfagnaðurin verður í Nesvík 14. - 16. oktober og endar við tveimum stórum konsertum

Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava  tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, eins og til aðrar legur í Nesvík (Mynd: trubodin.fo)

Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava  tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, eins og til aðrar legur í Nesvík (Mynd: trubodin.fo)

2022-09-06 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Aftur í ár gleðir tað okkum at kunna bjóða øllum sangglaðum børnum á sangfagnað. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og eru nógv góð fólk í gongd við ymiskum fyrireikingum, soleiðis at vit aftur í ár kunnu vænta okkum  ein fantastiskan sangfagna.

Hetta sigur Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna og familjuøkið hjá Heimamissiónini við trubodin.fo.

Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við at børnini hava  tvær stórar konsertir í høllini í Nesvík. Umframt sangvenjingar við dugnaligum kórleiðarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni, eins og til aðrar legur í Nesvík. 

[object Object]
Til konsert í høllini í Nesvík í fjør

Trúboðin skrivar, at tað ræður um at vera skjótur at melda til, tí seinastu árini hevur verið fult teknað eftir nakrar minuttir. Í 2021 gekk ein tími og 23 minuttir til sangfagnaðurin varð fullteknaður. 

Tað fer at bera til at melda seg her

- Tað er hvørt ár eitt evni fyri sangfagnaðin. Í ár er tað “ljós” og kemur hetta at endurspeglast í sangunum og leguni annars. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder