Uttanlands

Tilsamans 26 ára fongsulsrevsing fyri at finnast at kinesisku stjórnini

Tveir kendir mannarættindastríðsmenn í Kina, Xu Zhiyong og Ding Jiaxi hava í dag fingið ávikavíst 14 og 12 ára fongsulsrevsing fyri at finnast at handfaringini hjá kinesiska kommunistaflokkinum av koronafarsóttini

Xu Zhiyong og Ding Jiaxi (Mynd: Reuters)

Xu Zhiyong og Ding Jiaxi (Mynd: Reuters)

2023-04-10 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir kendir mannarættindastríðsmenn í Kina hava í dag fingið yvir tíggju ára fongsulsrevsing fyri at finnast at handfaringini hjá kinesiska kommunistaflokkinum av koronafarsóttini. Ein teirra hevur kravt, at forsetin, Xi Jinping fer frá.

Talan er um Xu Zhiyong og Ding Jiaxi, sum hava fingið ávikavíst 14 og 12 ára fongsulsrevsing. Teir eru vorðnir kendir sum oddamenn í rørsluni, sum er kend undir navninum "New Citizens’ Movement", sum stríðist fyri nýskipanum á rættarliga økinum í Kina, skrivar Ritzau.

Ding varð handtikin í desember 2019 fyri at hava luttikið í loyniligum fundi við mannarættindastríðsfólk og løgfrøðingar, sum høvdu verið atfinningarsamir móti kommunistaflokkinum.

Xu varð handtikin tríggjar mánaðir seinni fyri at hava funnist at handfaringini hjá Xi Jinping forseta av koronakreppuni og mótmælunum í Hong Kong. Hann hevur longu sitið ein fýra ára langan dóm fyri at hava funnist at leiðsluni í kommunistaflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder