
Mikudagin 3. november skipa Krabbameinsfelagið og Tjaldurs Apotek fyri upplýsandi og kunnandi tiltaki um árin og seinárin av viðgerðini fyri krabbamein, og um hvørjar vørur Apotekið hevur, ið kunna hjálpa og linna um ymisk seinárin.
– Viðgerðin fyri krabbamein er tíbetur blivin nógv betur seinastu árini, og alsamt fleiri gerast frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinárin av sjúkuni og viðgerðini. Seinárin kunnu vera til stóran ampa, og tey kunnu eisini vísa seg tá long tíð er fráliðin. Starvsfólk á Apotekinum fara at greiða frá um ymisk seinárin, og hvørjar vørur tey hava, sum kunna hjálpa og lætta um árin av sjúku og viðgerð, skrivar Krabbameinsfelagið.
Tiltakið verður á Tjaldurs Apoteki mikudagin 3. november frá klokkan 16.30 til 18.
Tað er ókeypis at luttaka, men pláss er bert fyri 25 fólkum, og tí er neyðugt við tilmelding. Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald