Hvussu samskifta vit, tá onkur hevur torført við at hoyra, tosa ella skilja?
Hetta verður evnið á tiltaki týskvøldið 9. apríl kl. 19.30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð).
Her verður møguleiki at hoyra persónligar frágreiðingar, um hvussu eitt nú teknmál stuðlar undir og hjálpir í samskifti, og yrkisfólk í serøkinum greiða frá.
Millum tey sum taka lut eru Hansa Askham og Mariann Christiansen, ið siga frá persónligum royndum við truplum samskifti. Anna Simonsen, sum er mamma at barni við samskiftisavbjóðingum, Anna Maria á Lakjuni, lærari á Skúlatrøð og Sylvia Isaksen, Jona Norðoy og Frida Joensen, sum allar arbeiða í Barnahúsinum Margit.
Tiltakið er alment. Eisini verður sangframførsla og okkurt søtt aftur við til kaffi. Tiltakið verður teknmálstulkað.
Asla H. Rasmussen avvarandi, hevur samskipað tiltakið, og KSS hevur stuðlað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald