
Ætlað vinnutiltakið um brygging, sum skuldi vera á Dímunargarði á Stóru Dímun í dag, er flutt til Havnar.
Hóast tað er hásummar við sól og bláum himni norðanfjørðs, so er ikki sama skilið sunnanfjørðs.
Í morgun køvdi hann av í mjørka, og tað er ikki flúgvandi við tyrluni, sum eftir ætlan skuldi flúgva tvær ferðir til Dímunar í dag við luttakarum til tiltakið um brygging, sum Útoyggjafelagið skipar fyri.
Tiltakið verður í staðin hildið í Havn í dag.
Eisini ætlaði fólkafundurin á Lítlu Dímun í dag er avlýstur ella útsettur. Hvalbingar høvdu skipað fyri tiltaki úti í oynni í dag við fólkafundi, men í morgun varð boðað frá at tiltakið er avlýst. “Finna ikki Lítlu Dímun fyri toku” ljóðaðu boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald