Fyrradagin komu herdu tiltøkini hjá donsku stjórnini í gildi, sum eitt nú krevja munnbind á almennum støðum og banna sølu av rúsdrekka eftir klokkan 22. Eisini í Grikkaland verða tiltøkini nú herd.
Útfaringarforboðið verður víðkað, og matstovur og barrir í meginpartinum av landinum skulu steingja komandi mánaðin.
Hesum boðar grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis frá í dag sambært tíðindastovuni Reuters.
Tiltøkini, sum koma í gildi týsdagin 3. november, hava til endamáls at minka um smittuspjaðingina.
Umframt matstovur og barrir, skulu kaffistovur, venjingarmiðstøðir, biografar, søvn og aðrir mentanarstovnar verða stongdir í allan november.
Hetta verður galdandi í høvuðsstaðnum, Athen, og í norðara parti av Grikkalandi.
Útfaringarforboðið millum midnátt og klokkan fimm um morgunin hevur higartil bert verið galdandi í teimum harðast raktu økjunum, men í komandi viku verður hetta sett í gildi fyri alt landið.
Sambært Ritzau hevur Grikkaland um heystið havt færri smittutilburðir enn nógv onnur evropeisk lond, men síðan fyrst í hesum mánaðinum er dagliga talið á nýggjum tilburðum økt stigvíst.
Grikski forsætisráðharrin sigur, at tað er neyðugt at gera nakað nú, áðrenn ov stórt trýst verður lagt á intensivdeildirnar á sjúkrahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald