
Seinastu vikurnar hava stovnar á trivnaðarøkinum og tilboðini hjá Bú- og heimatænastuni í Klaksvík verið ávirkað av koronustøðuni, og nú støðan er batnað verða tiltøkini broytt í komandi viku.
Dagstovnar og dagrøkt hava framvegis opið, og Frítíðarskúlin Snjallabjalla hevur einans opið fyri børnum í 1. flokki. Hetta er fyri at minka um stórar bólkar, sum fara tvørtur um árgangir, skrivar kommunan.
– Klaksvíkar kommuna vónar, at tað ikki verður leingi, til borgarar aftur kunnu fáa ein vanligan gerandisdag, soleiðis at øll kommunal tilboð aftur kunnu fáa fullan virkna.
Eftir tríggjar vikur við øðrvísi skúlagongd fara næmingar á Skúlatrøð aftur í skúla mánadagin. Leiðslan á Skúlatrøð boðar frá, at næmingar fylgja vanligu tímatalvuni, hóast onkrar tillagingar verða gjørdar í skúladegnum. Mælt verður m.a. til flokseinsemi sum merkir, at skipað verður ikki fyri undirvísing og øðrum tiltøkum tvørtur um flokkar.
Eisini undirvísingin á Tónlistaskúlanum byrjar aftur mánadagin.
Fleiri dagtilboð hjá Bú- og heimatænastuni lótu uppaftur í vikuni, men tiltøkini, ið avmarka vitjandi á búeindum, eru framvegis galdandi.
Átøkini á eldraøkinum verða eftirmett mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald