Uttanlands

Tiltøkini fyri ókoppsett herd í Italia

Nú kunnu ókoppsett ikki longur fáa atgongd til eitt nú matstovur og biografar við at vísa eitt negativt kanningarúrslit

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-06 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag verður torførari at vera ókoppsettur í Italia. Mann sleppur eitt nú ikki longur at sita inni á matstovum, at fara í biograf ella at fara til itróttartiltøk.

Higartil hava ókoppsett fingið atgongd til hesi støð við at vísa á negativa koronukanning, men so verður ikki longur.

Reglurnar fyri sonevnda grøna passið – eitt skjal, ið prógvar, at ein persónur er koppsettur í minsta lagi eina ferð, hevur havt koronu, ella er staðfestur negativur innanfyri seinastu 48 tímarnar – eru nú herdar.

Hetta passið gevur atgongd til matstovur, barrir, venjingarmiðstøðir, náttklubbar og tílík støð, men nú er ein negativ kanning ikki galdandi longur. Umframt hetta, er grøna passið nú eisini krav fyri at koyra við eitt nú bussi, metro og regionaltokum.

Nýggju tiltøkini vórðu kunngjørd 24. november, og fyribils eru tey galdandi fram til 15. januar, skrivar Ritzau.

Kravið um koronukoppseting verður nú eisini víðkað til at fevna um fleiri bólkar av almennum starvsfólkum enn higartil.

Frá 15. desember skulu løgreglu- og hernaðarfólk umframt starvsfólk á skúlum vera koppsett fyri koronu. Higartil hevur hetta kravið annars bert verið galdandi fyri starvsfólk á sjúkrahúsum og aðrastaðni í heilsuverkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder