Uttanlands

Tiltøkini í Grønlandi herd

Í øllum landinum skulu fólk nú vísa, at tey eru koppsett ella eru staðfest negativ, fyri at sleppa inn á almenn støð, og nú verður tað eisini torførari at ferðast

Kravið um koppseting ella negativa kanning hevur longu verið galdandi í høvuðsstaðnum Nuuk í eina tíð, men frá í dag er tað galdandi fyri alt Grønland (Savnsmynd)

Kravið um koppseting ella negativa kanning hevur longu verið galdandi í høvuðsstaðnum Nuuk í eina tíð, men frá í dag er tað galdandi fyri alt Grønland (Savnsmynd)

2021-12-06 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á midnátt komu fleiri koronutiltøk í gildi í Grønlandi.

Talan er um tiltøk, sum seinastu tíðina longu hava verið galdandi í m.a. høvuðsstaðnum Nuuk men sum nú fevna um alt landið.

Hetta merkir m.a., at kravið um at vísa á koppseting ella negativt kanningarúrslit fyri at sleppa inn á almenn støð – eitt nú matstovur, biografar, bókasøvn og hárfriðkanarstovur – nú verður galdandi í øllum landinum.

Eisini verður nú krav um munnbind í øllum býum og bygdum, sum seinastu 14 dagarnar hava skrásett koronutilburð við ókendari smittukeldu.

Reglurnar fyri at ferðast innanlands í Grønlandi eru eisini herdar. Nú skal mann vera liðugt koppsettur ella hava negativt kanningarúrslit fyri at kunna ferðast frá einum staði til eitt annað. Umframt hetta skal mann, um mann ikki er koppsettur, í sóttarhald í 14 dagar við komu, ella inntil mann kann vísa á eina negativa kanning.

Í sóttarhaldstíðini sleppur mann ikki at luttaka í tiltøkum ella samkomum, men mann sleppur framhaldandi at keypa inn – við munnbindi.

Børn, ið eru yngri enn 12 ár eru undantikin hesar reglurnar, og eisini tey, ið búgva í einari bygd, har møguleiki ikki er fyri at verða kannaður fyri koronu, eru undantikin.

Grønlendska landsstýrið sigur, sambært Ritzau, at hesi nýggju tiltøkini eru galdandi fram til 6. mars næsta ár.

Sambært seinastu tølunum í Grønlandi eru tilsamans 321 aktivir smittutilburðir í løtuni, og 39 nýggir tilburðir vórðu skrásettir fríggjadagin. 66 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett, meðan 71 prosent hava fingið fyrru koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder