
Seinastu vikuna hava stovnar í Klaksvík verið ávirkaðir av koronustøðuni í økinum.
Hetta hevði millum annað við sær, at frítíðarskúlar hava verið stongdir, at næmingar á Skúlatrøð í 4. flokki og uppeftir hava havt heimaundirvísing.
Talið á vitjandi á búeindum hevur eisini verið avmarkað, og hava serlig krøv verið fyri vitjandi – at tey skulu vera koppsett og hava eina negativa koronukanning at vísa á. Umframt hetta hava dagtilhaldini verið stongd.
Í komandi viku verða tiltøkini óbroytt, tó at nakrar broytingar kunnu henda.
– Kommunan harmast sjálvsagt støðuna, men tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur, skrivar kommunan.
Átøkini á eldraøkinum verða eftirmett mánadagin 8. november, og mett verður um støðuna á Skúlatrøð í seinnu helvt av komandi viku, verður upplýst.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald