Tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at minka um smittuspjaðingina í Týsklandi, eru longd. Tað eru leiðararnir í 16 týsku statunum samdir um, boðaði týski samveldiskanslarin Olaf Scholz frá mánadagin.
Tað merkir m.a., at tað framvegis bert verða persónar, sum hava fingið triðja prikið fyri koronu, hava fingið tvey prik og eru staðfest negativ, ella hava havt koronu, sum sleppa inn á matstovur og skeinkistøð. Eisini er framvegis ikki loyvt at savnast fleiri enn tíggju fólk – ella tvey húski – á privatum samkomum, um ókoppsettir persónar eru til staðar.
Týska stjórnin fer at endurskoða avgerðina, um har brádliga kemur ein stórur vøkstur ella stór minking í smittutølunum. Næstu ferð tiltøkini skulu endurskoðast verður 16. februar, skrivar Ritzau.
Týsku leiðararnir eru eisini samdir um, at fleiri fólk eiga at verða koppsett, og at tað skal kannast meira fyri at handfara øll tey smittaðu.
Í farnu viku var dagliga smittutalið í Týsklandi fleiri ferðir omanfyri 100.000, og týski heilsumálaráðharrin, Karl Lauterbach segði fyrr í hesum mánaðinum, at hann væntar, at smittan kemur uppá sítt hægsta miðskeiðis í februar.
Í løtuni eru uml. 75 prosent av týska fólkinum koppsett fyri koronu, og summir politikarar krevja nú, at koppseting skal verða krav eins og í Eysturríki, har kravið um koppseting eftir ætlan kemur í gildi 1. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald