Á hvørjum ári síðani 1927 hevur stóra amerikanska blaðið kosið "Ársins persón". Fyrr var heitið "Man of the Year", men nú er tað "Person of the Year".
Tað er ikki neyðugt at kunna verða skýrdur "besti persónurin" fyri at verða skýrdur ársins persónur. Time velur ein persón - ella eina rørslu - sum í størstan mun hava ávirka hendingarnar í farna árinum.
Barack Obama, Mark Zuckerberg, Angela Merkel Frants pávi, Greta Thunberg Volodymyr Zelensky og Taylor Swift eru millum tey, sum hava fingið heitið í nýgjari tíð.
Donald Trump fekk tað í 2016 - og hevur nú endurvunnið tað. Høvuðsredaktøurirn á Time, Sam Jacobs, skrivar, at komandi amerikanski forsetin hevur staðið fyri einari "søguligari afturvendan" og einari " once-in-a-generation politiskari endurskipan" - sum hevur broytt amerikanska forsetaembæti og leiklutin hjá USA í heiminum.
Allar grundgevingarnar kunnu lesast á time.com
Kappingarneytin hjá Donald Trump í forsetavalinum, Kamala Harris, og ein av hansara allarstørstu stuðlum, Elon Musk, vóru eisini millum tey, sum Time umhugsaði til heiðurin.
Donald Trump varð heiðraður fyrr í dag (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald