Fríggjadagin seinnapartin letur upp framsýning á Listasavni Føroya, ið kallast “Time out of Time - A Silent Drama” við listakvinnuni Anný Djurhuus Øssursdóttir.
Anný Djurhuus Øssursdóttir er eitt av ungu føroysku listafólkunum, ið er undir útbúgving á akademiinum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska listapallinum í nógv ár, við verkum, ið líkjast burturfrá tí, ið vit kenna til list í Føroyum.
Hennara verk spenna víða, og hon arbeiðir við ymiskum tilfari og gerandislutum, ið hon setir saman til støðumyndir, ið fáa okkum at steðga á og undrast - júst sum góð list kann tað. Anný hevur sýnt fram ymisk støð, ið vit vanliga ikki seta í samband við framsýningarhøli, eitt nú í viðarlundini í Havn.
Seinastu árini hevur hon arbeitt við at skapa baktjøld til heimligar, stillførar hendingar. Eitt slag av pallseting, ið setir sjóneyguna á húsið sum skap, ið er karmur um ymisk sosial-, andslig- og samfelagsviðurskifti. Framsýningin “Time Out of Time” er ein slík installatión, har kenslulødd rúm gerast minnisgoymslur, fullar av nostalgi og undran.
Framsýningin verður í klivunum sum partur av føstu framsýningini á Listasavninum.
Ferniseringin er fríggjadagin frá kl. 16 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald