
Um tíggju dagar verður ljós aftur varpað á umhvørvi. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at sløkkja ljósini.
- Aftur í ár sløkkja vit ljósini í ein tíma og varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Earth Hour 2021 verður leygarkvøldið 27. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30. Einki tiltak verður í býnum, men ljósini verða sløkt í býnum sum vant.
Hesum boðar Visit Tórshavn frá í tíðindskrivi.
Umframt at ljósini verða sløkt í býnum, so verður eisini eitt átak gjørt fyri at geva veðurlagsbroytingunum gætur. Tí fer Tórshavnar kommuna at leggja dent á at skilja og endurnýta burturkast. Hetta snýr seg eisini um at temja orku- og tilfeingisnýtsluna hjá okkum í gerandisdegnum, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Hugtakið og tiltakið Earth Hour byrjaði í Sydney, Avstralia. Tað varð fyrstu ferð hildið altjóða í 2008. Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini sløkt ljósini ein tíma um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald