placeholder
Innanlands

Tina Grønbeck Tausen verður leiðari á FabLab í Vági

Serligi tøkniverkstaðurin á Vágs skúla verður eisini opin fyri almenninginum

2019-12-04 17:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í oktober varð eitt øðrvísi spennandi starv lýst leyst at søkja í Vágs skúla, tá søkt varð eftir leiðara til nýstovnað FabLab í Vágs Skúla.

Vágs kommuna boðar nú frá, at Tina Grønbeck Tausen verður leiðari av FabLab í Vágs Skúla, sum er fyrsta FabLab í føroyska fólkaskúlanum.

Tina er útbúgving dual-officer, tvs. skipsførari og maskinmeistari, og er undir hægri MBA-lestri á Syddansk Universitet. Tina hevur seinastu árini m.a. arbeitt á Strandfaraskipum Landsins, men er nú byrjað í starvinum sum leiðari av FabLab.

Fab Lab er ensk stytting, ið stendur fyri Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um ein verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks.

Letur upp fyri almenninginum eftir ársskiftið
Fab Lab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð. Á Fab Lab í Vágs Skúla eru: 3-d prentarar, 3-d skannarar, 3-d pennar, laserskerari, CNC-fressari, vinylprintari/skerari, hitapressa, microbittar, electronik sett.

Í løtuni er bara eitt Fab Lab í Føroyum og tað er á Miðnámsskúlanum í Kambsdali. Fab Lab í Vágs Skúla verður sostatt tað næsta í landinum. Umframt at verða eitt tilboð til næmingar í Vágs Skúla, so er ein av kjarnunum í FabLab eisini, at tey skulu verða opin fyri almenninginum, og soleiðis verður eisini við FabLab í Vágs Skúla.

- Eg fari at brúka tær fyrstu vikurnar til at seta meg inn í allar skipanir og at saman við skúlaleiðsluni í Vágs Skúla leggja tilrættis hvussu FabLab skal verða opið fyri almenninginum, sigur Tina Grønbech Tausen, leiðari, sum leggur afturat, at FabLab í Vágs Skúla fer at lata upp fyri almenninginum eftir ársskiftið.

Sermerkt gáva úr Íslandi
Søgan aftan fyri Fab Lab útgerðina í Vágs Skúla er sermerkt, tí talan er um gávur, sum skúlin hevur fingið frá íslendskum pari,  Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.

Margrét er ættað úr Vági, abbi hennara, Sivar Hjelm, var vágbingur.

Sivar Hjelm var føddur í Vági í 1915, men flutti sum 12 ára gamal við mammuni og systkjum sínum til Íslands. Pápin, Jógvan Hjelm, gekk burtur á Vágseiði saman við bróðuri sínum, Jaspuri Hjelm, og tveimum synum. Sivar Hjelm flutti aftur til Vágs eitt skifti.

Margrét G Scheving minnist, hvussu abbi hennara plagdi at siga frá um Vág og Føroyar. Á vitjanum í Vági kendi hon, at hon var vágbingur.

- Tað er fyri at heiðra minnið um abba mín, at vit geva gávuna, segði Margrét, tá 3D-prentari og 3D-skannari varð handað Vágs Skúla á sumri í 2017.

Seinni hava Margrét og Ásbjørn handað Vágs Skúla meiri útgerð, soleiðis at Vágs Skúli nú hevur alla útgerð til eitt Fab Lab. Hjúnini, sum vitja javnan í Vági, siga, at tey vildu fegin geva bygdafólkinum gávu, ið kundi verða øllum at gagni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder