Tað verða tveir føroyingar sum sleppa at royna seg í bootcamp í X Factor, sum er seinasti snávingarsteinurin áðrenn beinleiðis sendingarnar.
Hetta gjørdist greitt tá seinasta 6 Chair Challenge-sendingin av X Factor varð víst í kvøld. Luttakararnir hjá Martin Jensen áttu tørn fyri tveimum vikum síðani, og tá gjørdist greitt at toftamaðurin Kári Fossdalsá var millum seks tey síðstu hjá dómaranum.
Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Skíggjamynd: TV2 Play)
Í kvøld var tað Kwamie Liv sum skuldi velja sínar seks luttakarar. Tveir í hvørjum flokki, sum eru tey undir 23 ár, tey yvir 23 ár, umframt bólkar.
18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík sum til upptøkuroyndina rúnarbant dómararnar, hevði í partinum í kvøld møguleika at gera Kára Fossdalsá kynstrið eftir og vinna sær ein stól.
(Skíggjamynd: TV2 Play)
Hon sang lagið “When We Where Young” hjá Adele. Eitt lag sum veruliga fekk røddina hjá hoyvíkinginum fram. Nakað sum Kwamie Liv aðrenn framførsluna, hevði eitt ynski um.
- Tú ert virkuliga dugnalig. Og eg hevði havt trupult við at síggja meg sjálvan í speglinum, um tú ikki fekk ein stól. So tað merkir, at vit skulu skifta, segði Kwamie Liv.
Harvið varð ein annar luttakari vrakaður fyri at Tina slapp víðari, men soleiðis er stólaspælið nú einaferð.
Við sær til 6 Chair Challenge hevði Tina mammuna Onnu Sofíu Mellemgaard og tvey yngri systkin, sum sjálvandi vóru fegin um tað tey hoyrdu og sóu (Skíggjamynd: TV2 Play)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald