Innanlands

Tingfólk øtast inn á vantandi fíggjarstýring

Løgtingið viðgerð málið um meirjáttan til H-bygningin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-01-23 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið er farið undir viðgerðina av uppskotinum frá Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismanni við heilsumálum um at hækka játtanina á verklagslógini til nútímansgerð av Landssjúkrahúsinum úr 503 til 650 milliónir krónur.

Og hóast alt bendir á, at pengarnir verða játtaðir, so viðganga tingfólk, at tey hava mist tamarhaldið á ætlanini, sum er løgd undir hesa verklagslógina, sum upprunaliga er frá 2008 og umframt H-bygningin eisini umfatar aðrar útbyggingar, sum eru lidnar, umvæling av B-bygninginum, vaskarí og annað.

Umframt at øtast inn á dýrkanina á yvir 150 milliónir, so ivast tingfólk eisini í hvat verkætlanin umfatar, og nær hon kann lokast.

Eitt nú er samanbyndingin av nýggja bygninginum og verandi B-bygningi ikki við í verklagslógini, og tingfólk mæla til at leggja hetta arbeiðið í eina nýggja verklagslóg, so at betri tamarhald kann fáast á útreiðslurnar.

Samanberingar vera gjørdar við byggigøluna á Glasir, og eisini í hesum førum er tað stovninum Landsverk, sum skotið verður eftir, eitt nú fyri vantandi fíggjarstýring og eisini fyri at hava brúkt pengar langt uttan um játtanina frá løgtinginum.

Viðgerðin av uppskotinum heldur fram eftir døgurðastøðgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder