Innanlands

Tingfólk úr Skotlandi til Føroya at vitja Sandoyartunnilin  

Skulu m.a. vitja Sandoyar-tunnilin til tess at kanna, um hetta er ein gongd leið fyri at binda skotsku oyggjarnar saman.

2023-11-25 14:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Tingfólkini koma longu í komandi viku skrivar skotska blaðið “The National”. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at síggja tunnilin, sum fer at knýta Streymoynna og Sandoynna saman fyri jól. Blaðið skrivar, at talan er um fjórða undirsjóvartunnilin, sum knýtir oyggjar saman í Føroyum. Víst verður á, at ein av undirsjóvartunlunum – Eysturoyartunnilin millum Eysturoy og Streymoy er tann fyrsti í heiminum við eini rundkoyring.

Ein gamal kenningur er við í ferðalagnum, Angus MacNeil, sum umboðar Hebridurnar í bretska parlamentinum. Hann er eisini formaður fyri “Faroe Islands Parliamentary Group.” Haraftrat eru Alistair Carmichael, limur í bretska parlamentinum umboðandi Hetland og Orknoyggjar og Ronnie Cowan umboðandi Inverclyde.

[object Object]

Skotar sum heild eru sera hugtiknir av føroyska tunnils undirstøðukervinum og vilja við hesi vitjanini m.a. betra um grundarlagið til tess at kunna taka støðu til, hvussu undirstøðukervið í Skotlandi skal útbyggjast og mennast, her serstakliga í Hetlandi, har ferjusamband knýtir oyggjarnar saman. Nú ferjurnar eru gamlar og skulu skiftast út, er spurningurin, um undirsjóvartunlar sum teir í Føroyum. skulu taka yvir. Tunlar fara at minka munandi um tíðina at ferðast millum ymsu oyggjarnar.

Angus MacNeil,  sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum og kann kalla seg Føroyavin, heldur Skotland hevur nógv at læra av føroyingum, sum hann rósar upp til skíggja fyri at hava bygt út undirstøðukervið við tunlum.

[object Object]

Hann sigur við The National, at tað kann koma at gagna Skotlandi og oyggjunum búskaparliga at brúka føroysku loysnina við tunlum heldur enn at halda fram við ferjusambandinum. Hann heldur, at føroyingar hava megnað at útbyggja undirstøðukervið sera bíliga. Hann vónar at kunn møta føroyingum, sum búgva báðumegin Sandoyartunnilin og fáa teirra hugsan um nýggju íløguna. Hann fegnast um at hava fingið loyvi til at vitjan tunnilin, áðrenn hann verður tikin í nýtslu.

MacNeil sigur tingfólkini  koma eisini til Føroya fyri at kunna seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark til tess at vita, hvat Skotland kann læra her.

https://www.thenational.scot/politics/20193739.angus-macneil-faroe-islands-show-worth-undersea-tunnels/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder